Sonni: Týdningarmikið at vit enda væl

(Rás2) Hoyr tað, sum U21-landsliðsvenjarin, Sonni Larsen segði 20 minuttir áðrenn dysturin í Svøríki byrjaði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 20 minutttir áðrenn HM-dysturin ímóti Svøríki fór í gongd. Samrøðan var við Sonna Larsen, høvuðsvenjara hjá føroyska U21-landsliðnum

 

- Tað nyttar lítið, at vit høvdu eitt megnaravrik ímóti Fraklandi um vit tapa stórt ímóti Svøríki, staðfestir Sonni Larsen, sum vil enda HM-kappingina væl.

 

Sonni Larsen hevur tó tiltrúgv til, at hansara menn fara at leggja eitt gott avrik fyri dagin.