Sonni spældi seg til írskan sáttmála í landsdysti

FM1: Dundalk skuldi upprunaliga hava ein annan miðverja, men endaði við at keypa Sonna Ragnar

##med2##

Í vetur skifti Sonni Ragnar Nattestad frá B36 til írska Dundalk. Írska felagið, sum vann á KÍ í Europa League, leitaði upprunaliga eftir einum miðverja hjá Lettlandi, men tað endaði við miðvinginum.

– Dundalk royna at byggja upp á nýggjum, eftir at teir endaðu nummar trý í fjør. Teir hava fingið ein nýggjan italskan venjara, sum hevði sæð dystin hjá Føroyum móti Lettlandi, tí hann skuldi hava onkrar spælarar hjá Lettlandi. Hann tók høgra bakkin og skuldi so eisini hava ein miðverja, men valdi so meg í staðin fyri tann, sum hann skuldi hava. Ole Erik Midtskogen skifti áðrenn eg, og hann hevði so givið teimum upplýsnignarnar um meg, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið ikki visti nógv um írskan fótbólt.

– Eg bíðaði eitt sindur, tí eg visti so lítið um írskan fótbólt. Eg tosaði við fleiri fólk og hvat hendir, um tú klára teg væl har og hvussu umstøðurnar eru. Eg havi verið óheppin við skaðum, men í fjør hevði eg so eitt ár, har eg spældi allar dystirnar, uttan tá eg hevði leikbann, sum kanska var ov oftani. Eg vildi allatíð avstað og eg eri glaður fyri skifti nú. Tað er munur á. Leikferðin er høg, tað er kropsligt spæl og tað er beinleðis fótbóltur. Tað passar væl til mín, men vit royna eisini at spæla fótbólt, forklárar 26 ára gamli miðverjin.

Dundalk verður uttan Sonna Ragnar Nattestad komandi tveir dystirnar, tí írska kappingin er í gongd, meðan landsliðsumfarið er. Tá hann møtir aftur skal Dundalk spæla móti Shamrock Rovers, sum er stóra avrafíggindauppgerðin.

– ­Áhugin fyri fótbóltinum er stórur. Tey ganga høgt upp í fótbólt og tey kenna teg aftur, tá tú gongur á gøtuni. Tað er stuttligt og geisturin er ein góð fyrireikin, um tú ætlar tær til Onglands at spæla. Dreymurin er at taka bátin yvirum, men fyrst og fremst ætli eg mær at gera tað væl her. Eg havi fingið eina góða byrjan og ikki havt nakrar skaðar, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

Í samrøðuni verður eisini nortið við hendingaríka stórsteypadystin, tá Sonni Ragnar Nattestad bæði skoraði og bleiv útvístur. Føroyar spæla móti Moldova í annaðkvøld klokkan 19.45.

##ms##

FM1: Samrøða við Sonna Ragnar Nattestad