Sonni skiftir til norskt felag

Nú skal føroyski landsliðsspælarin royna seg í fremstu røð í Noregi

Steðgurin hjá Sonna Ragnar Nattestad í írskum fótbólti er av, eftir at føroyski landsliðsspælarin í eitt ár hevur spælt í bestu írsku deildini.

 

Í fyrraárið spældi Sonni Ragnar Nattestad í B36, eftir ársskiftið flutti hann til Írlands, har hann umboðaði Dundalk, og nú vita danskir miðlar at siga, at Sonni Ragnar flytur úr írskum fótbólti og til Noregs.

 

Har skal hann spæla við FK Jerv, sum í heyst kvalifiseraði seg at spæla í bestu norsku deildini. Talan er um sáttmála, sum fevnir um tvey tey næstu árini. 

 

Sonni Ragnar Nattestad var ungdómsspælari í FC Midtjylland, og í Danmark umboðaði hann eisini AC Horsens, Vejle Boldklub og FC Fredericia, áðrenn hann í 2020 flutti til Føroyar og B36.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 40 landsdystir og skorað trý mál.