Sonni skal venja teir næstbestu

Tað verður Sonni Djurhuus, sum kemur at venja næstbesta liðið hjá B36

Mynd: (B36) Magni V. Mouritsen, formaður í B36, og Sonni Djurhuus

Teir næstbestu hjá B36 høvdu sína fyrstu venjing í gjár, og tá bleiv kunngjørt, at tað verður Sonni Djurhuus, ið skal venja liðið.

 

- Í gjár høvdu 1 deild hjá monnum sína fyrstu venjing í 2022. Sonni Djurhuus er settur sum høvuðsvenjari hjá 1 deild, skrivar B36.

 

Sonni Djurhuus var seinast høvðusvenjari hjá samanlagda kvinnuliðnum ÍF/Víkingi/B68. Tað var í 2020. Sonni Djurhuus hevur A-venjaraprógv. Næstbesta liðið hjá B36 bleiv í fjør nummar átta.

 

Mynd: (B36) Magni V. Mouritsen, formaður í B36, og Sonni Djurhuus