TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá føroyska A-landsliðnum í hondbólti, ið fekk javnleik 24-24 ímóti Montenegro á útivølli í EM-undankappingini.
Sonni Larsen er málleysur, og sigur seg ikki eiga orð at lýsa tað framúrskarandi avrikið føroysku spælararnir løgdu fyri dagin.
Spurdur um avbjóðingina ímóti Danmark um tríggjar dagar minnir Sonni Larsen á, at Danmark hevur eitt hægra støði enn Montenegro, og tað tí verður meir enn torført í Skjern leygardagin.
Sonni Larsen var eisini høvuðsvenjari, tá føroyska U21-landsliðið vann seg í áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í Algeria á sumri í 2017, og í kvøld kann hann fegnast um enn eitt føroyskt hondbóltsbragd.










