í góðveðrinum um middagsleitið varð Varmakeldan sett. Sonni á Horni, borgarstjóri, bjóðaði bygdafólki og stevnugestum annars vælkomin á Varmakeldu.
Í røðu síni vísti borgarstjórin á týdningin, sum ítrótturin hevur fyri Fuglafjørð, og hann nýtti høvið at vísa á tey mongu góðu úrslit, ið ítrótturin í býnum hevur at vísa á.
Øll ítróttarfeløgini í Fuglafirði gingu skrúgongu, og hornorkestrið spældi til hesa hugnaløtu á torginum við Mentanarhúsið.
Eins og siður hevur verið síðstu árini, so bjóðaði Fuglafjarðar Kommuna øllum til morgunmat í Mentanarhúsinum, ið var fult av fólki allan morgunin.
Men meðan veðrið vísti seg frá síni bestu síðu, tá Varmakeldan varð sett, so fór útsynningurin sum frálíður at arga.
Nú fyri løtu síðani bleiv vindurin somikið nógvur, at kappróðurin varð avlýstur. Í staðin verður róð í morgin klokkan 15. Kappróðrarfólkini eru flest øll komin til Fuglafjarðar. Men fyri tey á Lómi gjørdist tað ein dýrur túrur, tí báturin varð tikin av vindinum og brotnaði.
Hóast nakað er av vindi, so er turt og í aðrar mátar gott stevnuveður í Fuglafirði.
Skráin fyri Varmakelduna sæst HER