Sonni Samuelsen, sum býr í Hósvík, verður valevni fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í heyst. Sonni er varaborgarstjóri í Sunda kommunu og arbeiðsformaður hjá Articon.
Tað var á øðrum uppstillingarfundi hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag síðsta mikukvøld, at avrátt varð, at Sonni Samuelsen verður valevni fyri Javnaðarflokkin.
Sostatt hevur Javnaðarflokkurin nú tvey nýggj valevni í Norðstreymi, umframt Sonna Samuelsen, eisini Hilbert Elisson úr Vestmanna.
Sonni Samuelsen er 40 ára gamal, ættaður úr Vík og býr í Hósvík saman við konuni og fýra børnum.
Sonni er arbeiðsformaður hjá byggifyritøkuni Articon, har hann hevur arbeitt síðstu tólv árini.
Hann stillaði upp fyrstu ferð til seinasta kommunuval í Sunda kommunu, har hann bleiv valdur við næstflestu atkvøðum. Sonni Samuelsen er varaborgarstjóri í Sunda kommunu og formaður í teknisku nevnd.
Tá tað ikki snýr seg um arbeiði, politikk og familjuna, brúkar Sonni stóran part av síni frítíð til fótbólt, har hann hevur verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum hjá Eb/Streymi tey síðstu mongu árini.









