Tað kann koma stórur spenningur í oddastríðið í fremstu donsku deildini, um FC Midtjylland megnar at vinna heimadystin móti FC Vestsjælland í dag.
AaB, ið hevur verið oddalið í deildini leingi, snávaði í gjárkvøldið á heimavølli móti Esbjerg.
Tí hevur FC Midtjylland ein gyltan møguleika til at melda seg aftur í meistarastríðið, um teir vinna móti FC Vestsjælland.
Føroyski Sonni Ragnar Nattestad er við í hópinum hjá FC Midtjylland í dag.
Sonni Ragnar Nattestad byrjar helst á bonkinum fyri FC Midtjylland, men útlitini fyri spælitíð til Sonna Ragnar eru tó kanska ikki so heilt fjar. Tveir av vanligu miðverjunum hjá FC Midtjylland sita í løtuni úti við skaða. Teir eru Kolja Afriyie og Erik Sviatchenko.
Um FC Midtjylland vinnur dystin móti FC Vestsjælland í dag, koma teir uppum AaB, tí at FC Midtjylland hevur ein betri málmun enn AaB.
Dysturin millum FC Midtjylland og FC Vestsjælland byrjar í dag klokkan 16:00 føroyska tíð.










