Sonni Ragnar Nattestad skoraði sigursmálið, tá Aalesund vann 2-1 á Sandnes Ulf. Talan var um eina sanna perlu av einum fluktara, sum føroyski miðverjin skoraði uppá.
Video: Her sæst málið hjá Sonna Ragnar Nattestad
Tað var annars Sandnes Ulf, ið hevur Ára M. Jónsson í hópinum, sum kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Ári M. Jónsson er skaddur og spældi ikki við. Í seinna hálvleiki javnaði Aalesund, eftir frísparksinnlegg.
Eitt stórt korter fyri tíð, kom stóra løtan hjá føroyska miðverjanum. Hann er fyrstu á, eftir at ein liðfelagið hevur sett høvdið á inni í brotsteiginum. Bólturin dettur niður til vinstra beini, sum er favoritturin hjá miðvinginum. Hann meddar til og bólturin endar í málhorninum.
Úrslitið merkir, at Aalesund er fýra stig fremst í næstbestu deildini í Noreg. Sandnes Ulf liggur á áttanda plássi, meðan Florø, sum hevur skadda Patrik Johannesen í hópinum, liggur næstaftast.










