Sonni Ragnar verður helst tøkur

Sonni Ragnar Nattestad tyktist at vera skaddur í endanum av landsdystinum, men landsliðsvenjarin, Lars Olsen...

Ein av mest umrøddu landsliðsleikarunum seinastu tíðina hevur verið 21 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad, ið sum kunnugt hevur verið uttan felag seinastu tíðina, tí at hann ikki møtti upp til venjing í danska Vejle, tá ið hetta var honum álagt. Síðani er komið undan kavi, at Sonni Ragnar kom heim til Føroya orsakað av persónligum viðurskiftum.

 

Fyrr í kvøld var so stóra royndin hjá Sonna Ragnar, ið undan kvøldsins dysti ikki hevði spælt nakran dyst síðani stórfingna sigurin ímóti Grikkalandi 13 juni í ár. Eftir hendan dystin gingu heili 83 dagar, áðrenn Sonni Ragnar sum kunnugt slapp aftur í eldin í kvøld.

 

Sonni Ragnar gjørdi tó sera góða reklamu fyri seg sjálvan, tá ið hann legði upp til føroyska málið í fyrra hálvleiki. Í endanum av dystinum var tó eyðsæð, at ungi miðvingurin hevði okkurt slag av trupulleikum í eina beininum.

 

Á tíðindafundinum eftir dystin varð Lars Olsen spurdur, um Sonni Ragnar er ivasamur til dystin ímóti Finnlandi mánakvøldið, men hesum vísti føroyski landsliðsvenjarin aftur í fyrstu syftu.

 

- Sonni Ragnar hevði onkrar trupulleikar í endanum av dystinum, men eg gangi útfrá, at hann er tøkur aftur til dystin ímóti Finnlandi mánadagin. Eg havi so ikki hoyrt annað enn.  Afturat honum haldi eg ikki, at tað var nakar leikari, ið gjørdist skaddur í kvøld, segði Lars Olsen á tíðindafundinum í FSF-húsinum.