Sonni Ragnar var dagsins leikari

Føroyski landsliðsleikarin varð kosin besti leikarin hjá AC Horsens í 0-1-tapinum ímóti Vendsyssel FF.

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, sum er útleigaður frá FC Midtjylland til AC Horsens, fekk um vikuskiftið aftur fulla leiktíð í næstbestu donsku deildini, har AC Horsens ikki hevur fingið nakra serliga góða byrjan upp á kappingarárið.


Sonni Ragnar fekk í sínum fyrsta dysti fyri felagið ein 1-0-sigur ímóti AB at fegnast um, men í gjár gekk minni væl, tá ið oddaliðið Vendsyssel FF var á vitjan í Horsens. Gestirnir vunnu dystin 1-0 við máli frá Christian Overby í 36. minutti.


Heimasíðan hjá AC Horsens skrivaði eftir fyrsta dystin, at avrikið hjá føroyska miðverjanum var sannførandi, og neyvan var avrikið í gjár minni sannførandi. Heimasíðan skrivar nevniliga, at Sonni Ragnar Nattestad gjørdist dagsins leikari.


AC Horsens er í løtuni á 9. plássi við fýra stigum eftir fimm dystir. Næsti dystur verður sunnudagin á útivølli ímóti HB Køge.