Ein føroysk uppgerð hevur í dag verið í næstbestu donsku deildini. AC Horsens, ið hevði Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni allan dystin, vann á heimavølli 3-0 móti Vejle Boldklub, ið hevði føroyska landsliðsleikaran Viljorm Davidsen á vinstra bakki allan dystin.
Við sigrinum er AC Horsens nú á einum fimta plássið í næstbestu donsku deildini. Vejle Boldklub hevur hinvegin ikki fingið bestu byrjanina uppá kappingina, og liggja tí á einum níggjunda plássið í næstbestu donsku deildini.
AC Horsens-Vejle Boldklub 3-0 (2-0)
1-0 Jeppe Mehl, 15.
2-0 Troels Kløve, 45.
3-0 Troels Kløve, 47.










