Sonni Ragnar Nattestad verður nú útleigaður frá Molde BK til Alesund, sum flutti niður í næstbestu deildina í Noreg í fjør. Tað skrivar Aftenposten í dag.
- Eg vóni at fáa nógva spælitíð. Alesund virkar sum eitt gott felag fyri me,g og tað er ikki neuyðugt hjá mær at flyta, so eg kann verða tætt við familjuna, sigur Sonni Ragnar Nattestad við Aftenposten.
Talan er um eina avtalu, sum er galdandi fram til í summar. Í Alesund fegnast tey um avtaluna.
- Vit fegnast um, at avtalan er komin upp á pláss. Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við í eini tíð. Vit hava havt eitt fínt samstarv við Molde og spælaran, sigur ítróttarstjórin í Alesund, Bjørn Erik Melland.
Sonni Ragnar Nattestad er í dag 23 ára gamal. Hann hevur verið partur av fleiri av venjingardystunum hjá Molde BK, men útlitini til spælitíð eru ikki so góð í løtuni.