Sonni Ragnar: Spælitíðin er tað týdningarmesta

FM1: Landsliðsmiðverjin hevur ikki slept Molde, men spælitíðin er avgerandi

Føroyska landsliðið hevði í gjár sína fyrstu venjing undan Nations League dystinum móti Malta. Flestu spælararnir vóru við, men spælararnir úr Íslandi koma ikki við fyrr enn í dag.

 

Les eisini: Føroyski hópurin úttikin

 

Ein av teimum, sum var við til venjing var Sonni Ragnar Nattestad. Miðverjin úr Miðvági hevur júst skift felag. Hann er útleigaður úr Molde í Noreg til AC Horsens í Danmark.

 

- Tað týdningarmesta fyri meg er spælitíðin. Eg kenni felagið og venjaran og havi fingið at vita, at eg komi at spæla, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

Hann hevur undan skiftinum verið útleigaður til Aalesund í næstbestu deildini í Noreg. Hóast liðið lá nummar eitt, so ynskti hann at koma aftur til Molde og bjóða av um plássini har.

 

- Tá blívi eg so skaddur í lærinum og dugi at síggja, at tað verður torført at koma á liðið. Tá hevur Aalesund eisini fingið nýggjar spælarar í hópin á mínum plássi, so tað riggaði ikki at fara aftur, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

Venjingin var á vøllinum í Hoyvík, tí Tórsvøllur er upptikin av kvinnulandsdystinum millum Føroyar og Týskland. Hon gav ongar ábendingar um liðið til dystin móti Malta.