Alt bendir á, at Sonni Ragnar Nattestad fer at spæla við B36 í minsta lagi í fyrru hálvu av hesum kappingarárnum. In.fo hevur sett hann í samband við B36, har hann hevur vant í seinastuni.
Málið hevur allatíð verið at fáa ein yrkissáttmála uttanlands, men sum skilst hevur gongdin til at koma fyri seg aftur, verið drúgvari enn væntað. Hann hevur havt trupulleikar í fóti og knæ, eftir at hann sleit hælsinina stutt eftir, at hann kom til Molde.
Hann hevur verið til serviðgerð í Hollandi fyri skaðan. Sum skilst, so er vónin at hann við at spæla við B36 kemur í dystarform. Hetta má eisini roknast sum ein stórur styrkur fyri silvurvinnararnar í Betri deildini 2019.
Talan verður um ein eitt ára sáttmála, men við møguleika at fara víðari í summar, um rætta tilboðið kemur á borðið.











