Sonni Ragnar skoraði og fekk reytt kort - og vann fyrsta steypið

Fyrsti almenni dysturin hjá Sonna Ragnari Nattestad fyri Dundalk FC bleiv ein ógvuliga blandað uppliving

Í kvøld hevur stórsteypadysturin í Írlandi verið á skránni. 

Í Írlandi er stórsteypið nevnt eftir forsetanum og eitur FAI President´s Cup.

Shamrock Rovers og Dundalk FC við Sonna Ragnar Nattestad við frá dystarbyrjan møttust í hesum dystinum í kvøld.

Sonni Ragnar vísti seg frá bæði sínari bestu og minni góðu síðu í kvøld. 

Beint undan hálvtímanum legði Sonni Ragnar Dundalk FC á odda við einum góðum stútara. Beint undan ein tími var leiktur fekk Sonni Ragnar reyða kortið.

Sonni Ragnar kom upp at togast við Chris McCann hjá Shamrock Rovers, og aðrir spælarar komu uppí í leikin. Aftaná at hava avrátt við hjálpardómarnar valdi dómarin at geva Sonna Ragnari reyða kortið, og hinum sum vóru partur av rokinum gav hann bara tað gula kortið.

Dysturin endaði 1-1, og so var farið í holt við brotssparkskappingina. Dundalk vann brotssparkskappingina 4-3, og Sonni Ragnar hevur longu vunnið sítt fyrsta steyp í írskum fótbólti um enn talan var um eina ógvuliga blandaða uppliving í kvøld.

Dundalk byrjar kappingarárið í bestu írsku fótbóltsdeildini á útivølli móti Sligo Rovers 20. mars. 

##med2##