Sonni Ragnar Nattestad, sum er leigaður út til AC Horsens frá FC Midtjylland, fekk í gjár sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið, tá ið AC Horsens á heimavølli vann 1-0 ímóti AB. Sonni Ragnar spældi allan dystin í miðverjuni undir liðini á Jacob Berthelsen og megnaðu teir saman við liðfeløgunum at halda málið reint.
Sonni Ragnar hevur drigist við knæskaða og hevði tískil undan dystinum einans vant einaferð saman við nýggju liðfeløgunum. Avrikið var tó sannførandi, skrivar heimasíðan hjá felagnum, sum peikar út tveir nærdystir, sum hann vann í sannførandi stíli. 20 ára gamli miðverjin er eisini sjálvur væl nøgdur við dystin.
- Samstarvið við Jacob Berthelsen gekk væl, og teir fyrstu 80 minuttirnir vóru í lagi. Tá høvdu vit tamarhald á AB, men teir fingu skapt eitt trýst seinastu 10 minuttirnar. Sum heild haldi eg liðavrikið var í lagi, tí vit runnu nógv meiri enn AB og arbeiddu hart. Tað bleiv samskift nógv á vøllinum, og tað vóru positivar og brúkiligar viðmerkingar, so tað var fínt, sigur Sonni Ragnar Nattestad við heimasíðuna hjá felagnum.
Hetta var fyrsti sigurin hjá AC Horsens í hesum kappingarárinum. Við fýra stigum fyri fýra dystir eru teir í niðaru helvt av stigatalvuni. Næsti dystur verður sunnudagin á heimavølli ímóti oddaliðnum, Vendsyssel FF.