Ekstrablaðið hevur gjørt ein lista yvir 36 spælarar, sum eru ókeypis at heinta í altjóða fótbólti. Talan er um fleiri stór nøvn, og blaðið hevur føroyska landsliðsspælaran, Sonna Ragnar Nattestad, á listanum.
“Her eru 36 teir mest spennandi spælararnir, sum títt felag kann heinta.” Soleiðis byrjar danska blaðið greinina um 36 spælarar, sum eru uttan sáttmála í løtuni.
Av meiri kendu spælarunum eru Yoann Gourcuff, Mohamed Zidan, Khalid Boulahrouz, Shola Ameobi, Royston Drenthe, Kevin Nolan, Georgios Samaras, Carlton Cole, Christian Poulsen, Jermaine Pennant og Emmanuel Eboue.
Mitt á listanum stendur “Sonni Nattestad”. 21 ára gamli verjuspælarin verður lýstur sum ein spælari, sum í løtuni hevur viðrák á landsliðnum, men ikki megnaði at liva upp til tað í FC Midtjylland.
Síðani verður víst til, at hann vega persónligar trupulleikar hevur uppsagt sáttmálan við FC Midtjylland, og tí er hann leysur á spælaramarknaðinum.
Sonni Ragnar Nattestad vísti í dystunum móti bæði Norðurírlandi og Finnlandi, at hann framvegis er í góðum standi, hóast hann ikki hevur spælt liðfótbólt síðani sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli. Hetta hevur ítróttarredaktiónin á Ekstrablaðnum eisini fingið við.
Enn er ógreitt hvat hendir við Sonna Ragnar í framtíðini. Tað tykist ósannlíkt, at hann verður tveittur í eina óvissa tilveru í onkrum felagi í næstum.