Sonni Ragnar og Dundalk vunnu seg víðari í steypakappingini

Dundalk hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í írsku steypakappingini

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin tá lið hansara, Dundalk á heimavølli spældi áttandapartsfinalu í írsku steypakappingini móti 3. deildarliðnum, Saint Mochta´s.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Dundalk í fyrra hálvleiki. 

 

Sami Ben Amar legði Dundalk á odda tá bert átta minuttir vóru farnir av dystinum, men bert fýra minuttir seinni javnaði 3. deildarliðið til 1-1, og tað megnaði undirtippaði liðið at halda til hálvleiks.

 

Í seinna hálvleiki gekk munandi betur hjá Dundalk. Patrick Hoban skoraði eitt reint hattrick fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og Jeongwoo Han økti til endaliga úrslitið 5-1 tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Dundalk hevur sostatt vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. 

 

Næst hjá Sonna Ragnari er at ferðast til Føroya har tríggir HM-undankappingardystir eru á skránni móti Ísrael, Danmark og Moldova.