Sonni Ragnar og Dundalk úti aftaná tepurt tap á heimavølli

Dundalk tapti samanlagt móti niðurlendska liðnum, Vitesse Arnhem

Tað er eingin føroyskur spælari eftir í Europa Conference League. Tað er greitt aftaná 1-2 tapið hjá írska liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk fyri niðurlendska liðnum, Vitesse Arnhem.

 

Dysturin í Arnhem endaði 2-2, og var Vitesse á odda 2-0 og samlað 4-2 í steðginum. Tá 20 minuttir vóru eftir fekk Patrick Hoban spenning í aftur dystin við at seta eitt brotsspark í netið, men nærri kom Dundalk ikki. Vitesse Arnhem vann sostatt ein samlaðan 4-3 sigur á Dundalk. 

 

Sonni Ragnar hevði sambært The Irish Times ein sera góðan stútara móti málinum hjá Vitesse, ið tíverri ikki fór í mál.

 

Samlað er tó talan um eitt góðkent avrik hjá Dundalk í Evropa. Dundalk vann á Newport úr Wales í fyrsta undanumfarinum, og vann á Levadia Tallinn úr Estlandi í øðrum undanumfarinum. Vitesse Arnhem var stórfavorittur til at vinna á Dundalk, ið megnaði at geva niðurlendska liðnum ein skarpan gang í triðja undanumfarinum.

 

Komandi sunnudag spælir Dundalk útidyst í bestu írsku fótbóltsdeildini móti Derry City.