Tað var ikki heilt uttan orsøk, at Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá norska felagnum Molde, var og hugdi at føroyska landsliðnum spæla móti Sveis. Tá kundi Sosialurin avdúka, at fyrrverandi áleyparin hjá Manchester United lat væl at Brandi H. Olsen og Jóan Símuni Edmundsson.
Teir hava báðir sáttmárar við ávikavist Randers og OB. Tí var mett, at hann møguliga hugdi eftir Sonna Ragnar Nattestad, sum hevur eitt ár eftir á sáttmálanum við FH, og Viljormi Davidsen, ið helst hevur prógvað seg í Vejle.
Í gjár kundi Sonni Ragnar Nattestad vísa á Instagram, at hann er í Molde og tosar við Ole Gunnar Solskjær. Sonni Ragnar Nattestad segði í farnu viku, at tað verður avgjørt í hesi vikuni, um hann heldur fram í FH ella skiftir felag.
Um Sonni Ragnar Nattestad skiftir til Molde, so er hann annar føroyingurin í felagnum. Jákup Mikkelsen spældi við Molde frá 2001 til 2003.










