Sonni Ragnar millum málskjúttarnar

Føroyski landsliðsmiðverjin var í dag millum málskjúttarnar, tá Horsens á heimavølli vann greiðan sigur

Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, sum í farnu viku leiktu báðar dystirnar fyri føroyska landsliðið, hava um vikuskiftið havt uppgávur fyri síni donsku feløg.

 

Viljormur Davidsen og Vejle taptu í gjár heldur skuffandi á heimavølli 2-0 móti Roskilde.

Viljormur Davidsen leikti allan dystin fyri Vejle, har hann hesa ferð varð nýttur í miðverjuni.

 

Sonni Ragnar Nattestad var somuleiðis á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá AC Horsens í dag vann heimadystin móti AB 3-1.

 

Longu aftaná tríggjar minuttir av dystinum, gjørdi Sonni Ragnar Nattestad um seg, tá hann eftir hornaspark legði AC Horsens á odda 1-0. Hetta var hansara fyrsta mál fyri AC Horsens, síðani skifti síðst í august.

 

AC Horsens er við sigrinum á einum 5 plássið í næstbestu donsku deildini. Verri gongst hjá Viljormi Davidsen og Vejle, sum við tapinum í gjár, nú eru undir niðurflytingarstrikuni í næstbestu donsku deildini.