Sonni Ragnar leggur upp til mál

Her ber til at síggja Sonna Ragnar Nattestad leggja upp til mál

Sonni Ragnar Nattestad spældi sínar fyrstu minuttir fyri FC Midtjylland í gjár, tá teir vunnu 4-2 á FC Djursland í donsku steypakappingini.

 

U21 landsliðsmiðverjin spældi allan dystin í miðverjuni og var við í uppspælinum til tvey mál. Hann átti uppleggið til næsta málið.

 

Umvegis heimasíðuna hjá Ekstra Blaðnum ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Ein av málskjúttunum hjá FC Djursland var Simon Skibsted, sum hevur umboðað ÍF.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta HER.