Sonni Ragnar kann gerast profilur í Superliguni

Tað metir Henning Andersen, sum er ítróttarskrivari hjá donsku heimasíðuni bold.dk.

Danski fjølmiðlamaðurin, Henning Andersen, sum starvast hjá viðurkendu fótbóltsheimasíðuni bold.dk, er ógvuliga hugtikin av føroyska miðverjuleikaranum hjá FC Midtjylland, Sonna Ragnari Nattestad. Henning var mánadagin í síðstu viku í arbeiðsørindum til dyst ímillum eykaliðini hjá Viborg FF og FC Midtjylland, og har fekk hann eyga á Sonna Ragnar. Henning hevur sæð hann spælt fleiri ferðir, og hann hevur bara rósandi orð at bera risa stóra vágamanninum. Einki undantak var til henda dystin.

 

- Tað var eitt framúrskarandi avrik. Hann tapti so at siga ongar nærdystir, ruddaði upp tá ið trýst varð lagt á og dugdi eisini væl at seta uppspælið í gongd, sigur Henning Andersen.

 

Henning var ikki tann einasti, sum metti avrikið vera gott. Hann legði nevniliga tilmerkis, at venjarin hjá Sonna Ragnari eisini var væl nøgdur.

 

- Glen Riddersholm var sera væl nøgdur við avrikið og rósti honum týðiliga. Tað hoyrdist frá síðulinjuni, sigur Henning.

 

Sonni Ragnar Nattestad fekk í fjør vetur sín fyrsta dyst frá byrjan á besta liðnum hjá FC Midtjylland, og var avrikið tá somikið gott, at fyrrverandi leikarin og núverandi ummælarin hjá Viasat, Jesper Grønkjær, úttók hann til sokallaða “Rundens Hold”, sum eru teir 11 bestu í deildini ta umfarið. Hesum var Henning Andersen samdur í og er hann samstundis púra vísur í, at Sonni Ragnar aftur fær møguleikan í superliguni.

 

- Tað er eingin ivi um, at hann kann menna seg til at gerast ein lyklaleikari hjá FC Midtjylland í Superliguni, sigur Henning og heldur fram:

 

- Hann hevur betrað sítt spæl eftir jørðini síðani fyrstu ferð eg sá hann. Tá ið ein spælari er somikið væl vaksin, sum Sonni Ragnar jú er, so er størsta styrkin tó í luftbóltunum, metir Henning.

 

FC Midtjylland vann dystin 1-0 og Sonni Ragnar spældi allan dystin í miðverjuni saman við Kolja Afriyie. Hesin seinni nevndi hevur áður verið á týska U21-landsliðnum, og legði Henning Andersen at enda afturat, at hann metti tað vera eitt ógvuliga gott tekin, at Sonni Ragnar ikki smæddist burtur og var mælskari og meiri stýrandi enn Kolja Afriyie.