Sonni Ragnar Nattestad, sum er sáttmálaleysur, rondarvenur í hesum døgum við FH í Íslandi. Hann skal millum annað spæla við í kvøld, tá FH við Gunnari Nielsen á liðnum, spælir móti fyrrverandi felagnum hjá Gunnari, Stjarnan.
Les eisini:Søgur send Sonna til HB
Í farnu viku ljóðaði, at Sonni Ragnar møguliga var á veg til HB. Hesum avsannaði HB, tó at teir vóru áhugaðir. Í dag skrivar íslendska heimasíðan, fotbolti.net, at Sonnir Ragnar í hesum døgum royndarvenur við meistaraliðnum í Íslandi.
- Vit fingu bjóð at hyggja nærri at honum, og vit siga ongantíð nei til at hyggja nærri at einum góðum spælara, sigur Guðlaugur Baldursson, hjálparvenjari hjá FH.
Sonni Ragnar hevur verið sáttmálaleysur síðani summar.