Sonni Ragnar í bíðistøðu

Landsliðsmiðverjin er í bíðistøðu og væntandi kemur ein avkláring í næstum

Tað hevur vakt ans, at landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, ikki er møttur til venjing í danska felagnum Vejle. Sonni Ragnar, sum er útleigaður frá FC Midtjylland, hevur forlongda feriu og sum skilst, so kemur ein avkláring í næstum.

 

Les eisini: Sonni Ragnar venur við B36

 

Sonni Ragnar Nattestad venur í løtuni við B36. Tað bara fyri at halda formin við líka, nú flytingarvindeygað í Føroyum er latið aftur. Sonni Ragnar hevur trý ár eftir av sáttmálanum við FC Midtjylland. Hann hevur verið útleigaður til fyrst AC Horsens og síðani Vejle. Í báðum førunum er leigusáttmálin uppsagdur.

 

Sum skilst, so kemur ein avkláring væntandi í næstum. Okkurt bendir á, at Sonni Ragnar møguliga ikki verður at síggja í FC Midtjylland aftur.

 

Føroyska landsliðið hevur fýra landsdystir í seinnu hávlu av 2015. Til dystin móti Norðurírlandi 4. september er hin miðverjin, Atli Gregersen, leikbannaður.