Sonni Ragnar hevur fingið góða byrjan

Føroyski landsliðsleikarin er fallin væl til í sínum nýggja norska felagið

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, var stutt undan jólum í fjør seldur frá íslendska felagnum, FH, til norska felagið, Molde FK, sum leingi hevði havt gott eyga á føroyska verjuleikaranum.

 

Sonni Ragnar Nattestad byrjaði fyrst í januar mánað upp í sínum nýggja norska felagið, og sambært Sonna Ragnari, hevur byrjanin í Noregi verið góð.

 

-       Byrjanin í nýggja felagnum hevur verið framúr. Tað tók sjálvandi eitt sindur av tíð tær fyrstu venjingarnar at venja seg við tempo’ið sum teir spæla á, men tað tykist nú at vera komið uppá pláss.

-       Venjarin sigur í øllum førum at hann hevur verið glaður fyri tað, sum hann hevur sæð frá mær, og vit hava vant nógv hesa fyrstu tíðina. Tvær ferðir um dagin hvønn dag.

 

Molde FK hevur ikki spælt nakran venjingardyst enn. Tað fer tó at vera skjótt, tí í næstum skal Molde FK á venjingarlegu í Dubai, har teir skulu spæla ímóti donsku meistarunum úr FCK, svenska liðnum Elfsborg, umframt einum liðið úr Kina.

 

Aftaná venjingarleguna í Dubai, skal Molde FK aftur á venjingarlegu, tá teir skulu til Spania. Har skulu teir millum annað spæla ímóti fyrrverandi felagnum hjá Sonna Ragnari, FH, í Íslandi, umframt Malmø úr Svøríki. Sonni Ragnar Nattestad skal sostatt tá dystast ímóti føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen.

 

Sonni Ragnar Nattestad sigur at enda, at hann sum heild er fallin øgiliga væl til í norska felagnum, har hann kennir seg væl móttiknan.