Føroyski U21 landsliðsmiðverjin kom inn seinasta minuttin í 3-0 sigrinum hjá FC Midtjylland móti Esbjerg í Superliguni í kvøld.
Sonni Ragnar hevur spælt fyri besta liðið á eini venjingarlegu og í steypakappingini. Føroyski miðverjin kom inn fyri Erik Sviatchenko, sum skoraði eitt av teimum trimum málunum hjá FC Midtjylland.
FC Midtjylland er oddalið í donsku Superliguni.









