Sonni Ragnar fingið fyrstu minuttirnar við FCM

Føroyski U19 landsliðsspælarin, Sonni Ragnar Nattestad, fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá FC Midtjylland.

 

Tað gjørdi hann í venjingardysti í Portugal, har fleiri norðurlendsk feløg brynja seg til landskappingin aftur fer í gongd.

 

FC Midtjylland spældi móti portugisiska SC Farense og vann 2-0. Sonni Ragnar Nattestad kom á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Sonni Ragnar hevur tvey tey seinastu árini spælt við 07 Vestur. Hann hevur eisini umboðað Føroyar á fleiri U-landsliðum.

 

Mynd: (Eli Hentze) Sonni Ragnar Nattestad(Aftast í miðjuni við nummar fimm) í dysti fyri føroyskt U-landslið i 2011.