Sonni Ragnar enn í Føroyum

Leysasøgur seta landsliðsmiðverjan í samband við HB. Les her hvat Sonni Ragnar sjálvur sigur

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at føroysk feløg eru í samband við landsliðsmiðverjan, Sonna Ragnar Nattestad. Hann hevur framvegis einki felag, men hevur fyrr boðað frá, at hann ætlar sær uttanlands at spæla aftur.

 

Les eisini:(Ljóðsamrøða) Sonni Ragnar tilboð úr útlandinum

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur síðani summar vant við B36, meðan HB verður nevnt sum ein av feløgunum, sum skal hava spurt seg fyri hjá stóra miðverjanum. Høvðuspersónurin sjálvur heldur tó fast við, at tað er útlandið, ið kallar.

 

- Eg veit, at tað eru fleiri leysasøgur í løtuni, men eg vænti ikki, at eg verið í Føroyum leingi afturat. Ætlanin er at koma uttanlands, sigur Sonni Ragnar Nattestad í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Sonni Ragnar hevur verið uttan felag síðani sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli. Hann hevur fyrr boðað frá, at tað er áhugi fyri honum í útlendskum feløgum. Sonni Ragnar Nattestad skal í næstum við U21 landsliðnum til Russlands.