Fyri einum ári síðani fekk Sonni Ragnar Nattestad møguleikan á U19-liðnum hjá FC Midtjylland. Men seinasta árið er gingið skjótt. Fyri fáum døgum síðani fekk miðvingurin nýggjan fimm ára sáttmála við felagið, og í dag er Sonni partur av superligaliðnum hjá FC Midtjyllandi
- Eg kann ikki siga annað, enn at tað gongur ordiliga væl fyri tíðina. Eg havi fingið møguleikan á besta liðnum hjá FC Midtjylland, sum í seinastu viku gav mær nýggjan fimm ára sáttmála, og nú eri eg eisini úttikin til A-landsliðið, so eg eri væl nøgdur, sigur ungi miðvingurin, Sonni Ragnar Nattestad, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð er úttikin til føroyska A-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til vinardyst ímóti Malta við fsf.fo
Fyri einum ári síðani fekk Sonni Ragnar Nattestad sáttmála við superligafelagið FC Midtjylland. Fyrstu tíðina spældi Sonni við U19-liðnum, men í seinastuni hava verið boð eftir honum á besta liðnum.
- Eg havi ment meg rættuliga nógv, síðani eg kom til FC Midtjylland. Dagliga venji eg saman við góðum leikarum, og tá vit spæla dyst, so møta vit altíð sterkari mótstøðu. Í felagnum læri eg eisini at liva professionelt og rætt, og alt hetta ger, at eg havi størri møguleika at koma longri sum fótbóltsleikari, sigur nýklækti føroyski landsliðsleikarin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Sonni Ragnar Nattestad kann fáa debut á A-landsliðnum týsdagin, tá Føroyar spæla venjingardyst móti Malta.










