Sonni Ragnar byrjar inni

Lars Olsen hevur á tíðindafundi kunngjørt, at Sonni Ragnar Nattestad byrjar

Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing í dag. Fyri løtu síðan hevur Lars Olsen havt tíðindafund. Hann kunngjørdi, at Sonni Ragnar Nattestad byjar inni í annaðkvøld.

 

Hóast hann ikki vil siga tað endaligt, so tykist fyri vist, at Lars Olsen hevur sett liðið. Gunnar Nielsen verður í mál, meðan seks teir fremstu verða teir somu sum seinast. Tað merkir, at Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen á miðvøllinum. Á vengrunum verða tað Christian L. Holst og Sølvi Vatnhamar, meðan Jóan Símun Edmundsson í álopinum.

 

Allar ábendingar siga, at tað verða Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø í miðverjuni. Jónas Tór Næs á høgra bakki og Gilli Sørensen á vinstra bakki.

 

Landsliðið hevði sína seinastu venjing í morgun. Venjingin vísti eisini á hatta liðið.