Fyrrverandi danski landsliðsspælarin, Jesper Grønkjær, sum í dag er fótbóltsviðmerkjari hjá Viasat, hevur valt føroyska miðverjan hjá FC Midtjylland í miðverjuna á liðnum hesa vikuna í Superliguni.
Sonni Ragnar byrjaði á fyrsta sinni inni á Superliga liðnum hjá FC Midtjylland sunnudagin, tá teir spældu móti toppdyst móti Brøndby. Hetta kom miðverjin ótrúliga væl frá.
Undir dystinum samanbar Jesper Grønkjær føroyska miðverjan við danska landsliðsmiðverjan, Mathias “Zanka” Jørgensen, sum spælir við hollendska PSV.
Liðið hesa vikuna hjá Jesper Grønkjær:
Málverji:
Lukas Hradecky – Brøndby
Verjan:
Henrik Dalsgaard - AaB
Khalid Boulahrouz – Brøndby
Sonni Nattestad - FCM
Frederik Møller - FCM
Miðvallarar:
Youssef Toutouh – FCK
Izunna - FCM
Johan Absalonsen – SønderjyskE
Álop:
Igor Vetokele – FCK
Søren Larsen – AGF
Ronnie Schwartz - Randers