Sonni og Ingi eru søguligir venjarar í liðítrótti

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonna Larsen, venjara aftaná HM-dystin ímóti Týsklandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sonna Larsen, høvuðsvenjara hjá føroyska U21 landsliðnum, sum saman við hjálparvenjaranum, Inga Olsen er søguligur venjari, tí Føroyar hava fyri fyrstu ferð í bóltítrótti vunnið seg til eina HM-áttandapartsfinalu.

 

Hetta gjørdist veruleiki fyri løtu síðani, tá Ungarn vann 40-30 á Suðurkorea. Føroyar gerast minst nummar fýra í bólki A, og nummar trý um Føroyar vinna á Ungarn í morgin klokkan 18. 

 

Samrøðan, sum Tróndur Arge gjørdi við Sonna Larsen var sostatt gjørd áðrenn tað var víst, at Føroyar endaliga høvdu vunnið seg víðari til HM-áttandapartsfinalurnar.

 

Sonni Larsen er ógvuliga fegin um avrikið hansara spælarar løgdu fyri dagin ímóti Týsklandi, har tað næstan eydnaðist at fylgja týskarunum til dyrnar. Sonni Larsen viðgongur, at hann hevði ikki droymt um, at Føroyar fóru at geva Týsklandi ein so skarpan gang í HM-dystinum í kvøld.

 

In.fo og Rás2 ynska Sonna Larsen og Inga Olsen og øllum HM-hópinum tillukku við tí søguliga HM-bragdinum.