Sonni loysir Sigurd av

Í Fuglafirði vann samgongulistin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldið valdið frá teimum borgarligu, sum taptu, tí teir stillaðu upp á tveimum listum

Tað verður nýggjur borgarstjóri valdur í Fuglafirði. Hetta er greitt, eftir at samgongulistin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldið á valinum í gjár vann fimm av teimum níggju limunum í býráðnum.
Toppskorari á samgongulistanum var Sonni í Horni við 102 atkvøðum. Hann er fyrstvaldur býráðslimur. Longu í gjárkvøldið varð avrátt, at hann skal vera nýggjur borgarstjóri. Hvussu býráðið annars verður skipað er ikki greitt enn.
Merkisvert er tað, at teir báðir borgarligu listarnir í Fuglafirði vunnu fleiri atkvøður enn samgongulistin, men at teir kortini mistu valdið.
Samlaða atkvøðutalið hjá teimum borgarligu er 504. Hjá samgongulistanum er atkvøðutalið 451. Útrokningarfrymilin er tí stóra til fyrimunar. Tí vinna tær 451 atkvøðurnar fimm menn, meðan hinir listarnir – 245 og 259 atkvøður í part – bara vinna tveir menn í part. Um hesar atkvøðurnar høvdu verið vunnar á einum og sama lista, so hevði samgongan, sum hevur rátt fyri borgum í Fuglafirði, framvegis havt meirilutan!