Sonni Larsen: Vit skulu vinna teir lítlu dystirnar

Sonni Larsen er bjartskygdur, men veruleikakendur undan dystinum ímóti Danmark í kvøld

Dysturin Danmark - Føroyar verður leiktur klokkan 17.00 í dag - FM1 sigur beinleiðis frá og hevur undansending frá klokkan 16.00

 

in.fo hittir landsliðsvenjaran, Sonna Larsen, eftir seinastu venjingina í hesi undankappingini til EM 2020. Ein undankapping, ið var merkt av einum serstakliga torførum lutakasti, men sum kortini púra óvæntað gav eitt stig í fyrsta dystinum.

 

Venjingin gekk væl, sambært Sonna Larsen, ið greiðir frá at tað var gott at gjøgnumganga dystarætlanina. Landsliðsvenjarin væntar at danska verjan fer at líkjast henni, ið Føroyar høvdu trupulleikar av í oktobermánaði, so tað eru serliga nakrar álopsætlanir, ið verða vandar

-Vit vóna at hava onkrar kaninir í hattinum, sigur Sonni Larsen smílandi.

 

Óhugnaliga torført

Men tað krevst meira enn bara onkrar nýggjar ætlanir og landsliðsvenjarin er sera varugur við, at serfrøðin sigur at Danmark eru væl betri enn Føroyar.

-Um okkara ætlanir eydnast, verður tað framvegis óhugnaliga torført, heldur Sonni Larsen fyri.

-Vit skulu minnast til at teir eru bæði olympiskir meistarar og Heimsmeistarar so teir eru heimsins besta lið.

Landsliðsvenjarin greiðir frá, at føroyingarnir fara inn til dystin fyri at vinna. Fyrst og fremst er tað at vinna smáu tvídystirnir í dystinum. Tað verður ein ímóti einum við málmanninum, ella við einum bakki at vit skulu vita um vit klára at vinna støðurnar ímóti teimum, greiðir Sonni Larsen frá, áðrenn hann tekur leiklutin sum serfrøðingur í altjóða hondbólti á seg og staðfestir: - Alt undir tíggju mál á muni er ein sensatión. Soleiðis er støðan bara.

 

-Tað verður ótrúliga avbjóðandi ímóti breiddini og góðskuni, ið Danmark hevur, men eg eri vísur í, at vit eru dugnaligari síðani seinast at vit spældu ímóti teimum, sigur Sonni Larsen, og leggur dent á, at Føroyar hava spælt ímóti so sera góðum liðum í hesari undankappingini.

 

Mótstøðan hevur verið óvanliga hørð

Føroyar fingu helst torførastu mótstøðuna, ið ein kundi hugsað sær á lutakastinum til hesa kappingina, og landsliðsvenjarin gleðir seg um tann lærdómin tað hevur givið við slíkari mótstøðu, og hann er vísur í at hesin lærdómur fer at gera at Føroyar vinna nakrar av teimum tøttu dystunum í framtíðini.

Kortini hevði tað ikki verið so galið at sloppið í ein annan bólk.

-Eg fari at vera erligur og siga at eg kundi ynskt mær at verið í einum øðrum bólki, men soleiðis er við lutakasti og vit hava megnað at fingið sera nógv burtur úr hesi støðuni, sigur Sonni Larsen og greiðir frá týdningin av hesari kappingini fyri føroyskum hondbólti.

-Leikaramenningin í føroyskum hondbólti er so góð í dag, hjá bæði dreingjum og gentum, og vit eru í gongd við eina sera spennandi tilgongd. Tí hevur tað verið sera mennandi at spæla hesar dystirnar, og tað verður tað heilt vist eisini ímóti Danmark, staðfestir Sonni Larsen

 

Ein sera umráðandi dystur, men vit hyggja ikki eftir úrslitinum fyrr enn aftaná

Sum stendur at lesa á in.fo við at trýsta HER og HER, stríðist Føroyar ímóti Belgia fyri at sleppa undan at verða ímillum fýra niðastu liðini í undankappingini, og harvið spæla seg í komandi EM-undankapping.

Landsliðsvenjarin er varugur við støðuna, men hon verður gloymd undir dystinum. Eingin á bonkinum fer at fylgja við úrslitinum í dystinum hjá Belgia, tí vit mugu hugsavna okkum um hvat vit sjálvi kunnu gera, staðfestir hann og leggur heldur dent á at leikararnir fara at spæla fyri heiður og stoltleika.