Fótbóltur
NSÍ var eitt av feløgunum, sum misti nógv fólk eftir kappingarárið í fjør. Ein av leikarunum sum fann sær nýtt felag, var Sonni L. Petersen.
Sonni býr á Strondum og tí avgjørdi hann eftir seinasta kappingarár at spæla við Skála.
Men nú fer Sonni L. Petersen so aftur til NSÍ. Eftir frágongdina síðsta heyst hevur NSÍ brúk fyri áleyparum, og tí kemur tað uttan iva væl við, at Sonni nú fer aftur til barndómsfelagið.
Eftir ætlan skuldi Sonni venja við NSÍ Mikukvøldið, og verður hann helst eisini partur av hópinum, sum leygardagin skal takast við FS Vágar.