Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattstad, bleiv útvístur í seinasta dystinum undan landsliðssteðginum, tá AC Horsens og SønderjyskE spældu 1-1. Dómarin metti, at miðvingurin brúkti neyðbremsuna, tá hann legði hondina á økslina hjá áleyparanum, sum var á veg móti málinum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Hatta er ikki reytt kort. Hann eigur ikki at detta av hasum, sigur Sonni Ragnar Nattestad við FM1 í dag.
Les eisini: (Video) Sonni Ragnar fær reytt kort
Hann leggur afturat, at hann var so argur, at var tað ikki fyri føroyska liðfelagin í Horsens, Hall Hansson, so hevði hann kunna fingið longri leikbann. Hallur fór í millum, tá øðin hjá miðvinginum tók yvir. Sonni Ragnar Nattestad hevur eisini havt ein minni snudd at dragast við, men sigur hann verður klárur til dystin.
Les eisini: Venjingin staðfesti uppstillingina
- Nú skal eg bara ansa mær í venjingunum fram til dystin, og kanska ikki renna allar túrarnar, sigur miðverjin.
Nations League landsdysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.