Sonni flestar atkvøður í Sjóvar kommunu

Listi A fekk fýra umboð vald og listi C trý. Listi B, sum bert fekk 6,2% av atkvøðunum, fekk einki umboð í nýggja bygdaráðið

Kommunuvalið

Til komunuvalið í Sjóvar kommunu vóru tríggir listar, A, B og C.
Listi A fekk 339 atkvøður og fýra umboð vald. Hesi vóru: Sonni Johannesen (68), Malena Thomsen (64), Kaj Otto fredriksberg (64) og Hans Petur Jacobsen (53). Listi A fekk 57,2 % av atkvøðunum.
Listi B fekk bert 6,2 % av atkvøðunum og einki umboð í bygaráðið.
Listi C fekk 217 atkvøður sum svara til 36,6 % av atkvøðunum. Trý umboð vórðu vald á lista C: Meinhard Jacobsen (40), Pole Johannes Hansen (35) og Eli Høj Joensen (34).
Við seinasta kommunuval í Sjóvar kommunu fekk Eivind Jacobsen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu árini, 108 atkvøður.