Sonni: Dreingirnir bardust fyri hvønn sentimetur

(Rás2) U21 høvuðsvenjarin er sera glaður og stoltur um avrikið hjá sínum spælarum

- Dreingirnir bardust fyri hvønn sentimetur. Hetta sigur ein sera fegin høvuðsvenjari hjá føroyska U21 landsliðnum, Sonni Larsen aftaná - tann nú - legendariska 28-27 HM-sigurin á Suðurkorea í HM-endaspælsinum fyri U21 landslið í Algeria.

 

Sonni Larsen greiðir frá, at tað sum tað galt um seinastu løtuna, tá tað reið um snarið var ikki at missa bóltin til Suðurkorea.

 

Sonni Larsen er sera fegin um, at taktikkurin við nógvum spælsteðgum ímóti einum skjótum suðurkoreanskum liði eydnaðist. Hann metir ikki, at Noreg spælir líka skjótt, sum Suðurkorea, og tí hevur hann góðar vónir um, at hesin leisturin kann endurnýtast ímóti Noregi klokkan 18 í kvøld. Ein dystur Tróndur Arge sigur frá á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sonna Larsen aftaná sigurin ímóti Suðurkorea.