Sonne Smith fegnast móttøkuna

Sendistovan í Havn var rokandi full av fólki, tá Sonne Smith í gjár legði fram nýggju bók sína Søguna um jødarnar.

Framløgan gekk somikið væl, at røðin at ogna sær bókina, var næstan keðiliga long.

Sendistovan hevur sniðgivið og sett upp bókina, og tí varð móttøkan hildin í hølunum hjá Sendistovuni í gamla snikkaravirkinum í Jóannesar Paturssonargøtu.

Allan Dalsgarð, stjóri á Sendistovuni, hevði væntað eitt rímiligt tal á fólki ein slíkan vanligan týsdag seinnapart.

- Men eg varð bæði bilsin og fegin at síggja, at hølini vóru rokandi full av fólki, og tað frøir meg eisini, at Sendistovan er ein frálíkur karmur um slíkt tiltak, sigur Allan Dalsgarð.

Tá ið Hans Holm, lektari, og Sonne Smith, journalistur, gjørdu tær mongu sendingarnar fyri Útvarp Føroya um øll heimsins lond og fólk, komu teir ásamt um at fremja eitt fleiri ára gamalt hugskot í verki: Søguna um jødarnar.

Søgan um jødarnar varð endursend í 2009 í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og mong spurdu Sonna Smith, um hann kanska ikki átti at roynt at givið tilfarið út í bók.

Bókin er skrivað og útkomin. Hon er tað higartil einasta føroyska væl skjalfesta, søguliga tilfarið, um ta ótrúligu søguna um jødarnar heilt frá teirri løtu, patriarkurin Ábraham fór úr Ur í Kaldea í núverandi Irak við sínum fólki og fæ, og til okkara dagar.

Søgan um jødarnar er ætlað sum undirvísingartilfar og skjalsannað, áhugavert, hugtakandi og spennandi søguligt tilfar, sum øll kunnu ogna sær.