Sonn málveitsla á Argjum

Tað var ein søguligur dystur á Argjum í dag, tá ið vøllurin á Argjum fyri fyrstu ferð í søguni legði graslíki til formuladeildarfótbólt. Og hetta vísti seg at gerast ein ógloymandi dystur, har heili átta mál komu ? fýra í hvørjum hálvleiki.

 

GÍ legði bragdliga fyri, og eftir hálvum tíma tóktist dysturin avgjørdur. Við tveimum málum frá Poul Ennigarð og einum frá Pól Jóhannus Justinussen, var GÍ á odda heili 3-0. Men AB gav als ikki upp, og seinasta korterið av fyrra hálvleiki megnaði AB at koma upp á 3-2, við málum frá Morten Overgaard og Súna Fríða Barbá.

 

Seinni hálvleikur stóð einki aftanfyri fyrra, serliga ikki byrjanin av seinna hálvleiki. 12 minuttir inn í seinna hálvleik vóru longu trý mál komin aftrat. Fyrst javnaði Rógvi Poulsen fyri AB, men so legði póllendski Tomas Sajdak GÍ aftur á odda. Sum sjey mál ikki vóru nokk uppá ein tíma, so javnaði Súni Fríði Barbá aftur fyri heimaliðið. Eftir hetta kom einki mál, hóast málmøguleikar í báðum endum.

 

Javnleikurin gav báðum liðunum síni fyrstu stig í ár.