Sonja útilokar Javnaðarflokkin

Avgerðin hjá Sonju Jógvansdóttir at fara úr Javnaðarflokkinum stendur við, og hevur hon ongar ætlanir um at fara upp í flokkin aftur.


Tað gjørdi hon greitt í Dag & Viku í gjár, tá hon var gestur hjá Liljuni Weihe. Verturin spurdi hana, um tað var nakað í vegin fyri, at hon aftur gjørdist limur í Javnaðarflokkinum, um ein samlaður flokkur atkvøddi fyri broytingini í hjúnabandslógini.


- Síðani eg var fjúrtan ár hava eg verið limur í Javnaðarflokkinum og eg stillaði upp fyri Javnaðarflokkin hesaferð, men eg má tíverri siga, at tað sum eg upplivdi undir valstríðnum og í vikunum beint aftaná valið gjørdi tað, at eg fór og tann støðan er tikin og hon verður ikki broytt, var greiða svarið frá tingkvinnuni.


Harvið tykist at vera púra greitt, at Sonja Jógvansdóttir ikki ætlar sær upp aftur í Javnaðarflokkin.


Tað var 16. september, stutt eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað, at Sonja Jógvansdóttir slepti eini politiskari bumbu og boðaði frá, at hon meldaði seg úr Javnaðarflokkinum og gjørdist leysgangari á tingi.


Sjálv hevur tingkvinnan aldrin vilja nágreina hvat orsøkin var til, at hon meldaði seg úr flokkinum, annað enn viðferðin hon hevur fingið frá flokkinum, og heldur ikki tá Miðlahúsið royndi at fáa eina viðmerking um tað í morgun, ynskti hon at siga hvat hendi í tíðarskeiðinum upp til, at hon meldaði seg úr flokkinum.