Sonja: Málini líkjast ikki

Sonja Jógvansdóttir vísir aftur atfinningunum, at hon skal hava broytt støðu í spurningum um frælsi á arbeiðsmarknaðin.

 

Fyrr í dag var ein søga á in.fo. ið vísti á, at Sonja Jógvandóttir í 2013, sum umboð fyri Samtak, fanst at landsstýrinum og løgtinginum, fyri at leggja seg út í eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum, sum partarnir sjálvir skuldu finna greiðu á.

 

Støðan er umvend nú, har núverandi landsstýrið verður lagt undir at lóggeva seg omanyvir eina semju, sum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið gjørdu í 2015. Tað var viðvíkjandi hvørt upphæddin, ið reiðarar brúka uppá kvotur, ið teir keypa á uppboði og um tað skal av óbýttum.

 

- Eg haldi tað er grundleggjandi skeivt, at fólk skulu rinda fyri at betala til arbeiðis. Reiðaríðini hava í nógv ár tikið pengar úr skipanini til sín sjálvs, heldur enn at manningin hevur fingið nakran ágóða. At nú ein útreiðsla skal turkast uppá manningina er ikki rímiligt. Reiðarar hava stungið pengar niður í lumman í fleiri ár og nú, tá landið skal hava nakað, so vilja teir ikki meira, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Sonja Jógvansdóttir er heldur ikki sannførd, at dómurin hjá gerðarættinum í 2011, ið staðfesti rættin hjá reiðarum at taka keyp av kvotum av óbýttum, er rættur.

 

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava ein avtalu um málið, men tað er eingin loyna, at Fiskimannafelagið ynskti ásetingina um keyp av kvotum av óbýttum skuldi takast burtur. Í endaligu avtaluni bleiv tað tó ikki avtikið.

 

Er prinsippi ikki tað sama í báðum førum? At tað finst ein avtala millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um málið, ið nú verður yvirrulað av lógini um uppboðssølu?

- Eg hoyri hvat tú sigur, men eg eri ikki samd við tær, sigur Sonja Jógvansdóttir