– Sonja Jógvansdóttir hevur tikið avgerð í sinnismuni, og eg ivist ikki í, at veruleikin hevði verið øðrvísi, um hon hevði sovið upp á tað.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins, við Vikuskiftis-Sosialin, sum fæst í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Hann er sera vónsvikin av Sonju Jógvansdóttir – og hann heldur, at hon hevur eitt forkláringsproblem
Í Sosialinum kanst tú eisini lesa:
• um spurnarkanning í Løgtinginum, sum vísir, at meiriluti er fyri, at samkynd kunnu giftast
• um at tað er hart at vera dóttir Jørgen Niclasen
• um fyrrverandi bankastjóran, sum sigur, at eigarar vildu hava størri vinningsbýti
Eisini er eisini stórt tema um, hvat samgonguskjalið merkir fyri teg – og í ítróttinum frætta vit um, hví Bagge valdi Víking.
Trýst á pílin á myndin og hoyri Barbaru Holm, sum er redaktørur á VikuskiftisSosialinum, greiða frá innihaldinum.
Blaðið kann eisini keypast í talgildum formi á sos.fo