Fyrsti LGBT'arin sær út til at hava fingið sæti á løgtingi
Sonja Jógvansdóttir hevur fingið 362 atkvøður, nú 51 valstøð eru tald. Hon liggur sum nummar tvey á listanum hjá Javnaðarflokkin eftir floksformannin, Aksel V. Johannsen, sum hevur fingið 846 atkvøður.
Sonja Jógvansdóttir býr í Havn og er uppstillað fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Tí kann sigast við rættiliga stórari vissu longu nú, at Sonja Jógvansdóttir verður ein at nýggju tinglimunum, tá valúrslitið er greitt um ein góðan tíma.