Sonja Jógvansdóttir: Heimurin vamlast – Havnin fegnast

– Í 600 býum um allan heim hava kvinnur og kvinnurættindastuðlar gingið mótmælisgongu ímóti Trump og hansara niðrandi og trongskygdu sjónarmiðum. Men so er ikki í Tórshavn – her hevur býráðið úr at gera við at finna reyða løbaran fram, so Trump kann sleppa at hittast við javnlíkanum Putin.

 

Soleiðis skrivar løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir á Facebook í sambandi við, at Miðflokkurin hevur skotið upp, at løgmaður bjóðar Føroyar fram sum fundarstað til toppfund millum Vlademir Putin og Donald Trump – og at Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, tekur undir við hesum og bjóðar Havnina fram sum fundarstað.

 

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at í høvuðsstøðum um allan heim hava mótmælisgongur verið, og at hópur av systrum og brøðrum eru úti og vilja virkið siga, at tey góðtaka ikki, at fólk skulu hava verri rættindi ella vera illa viðfarin vegna kyn, uppruna, seksualitet, húðarlit, trúgv, politiska áskoðan og líknandi eyðkenni ella frábregði.

 

– Málbrúkið hjá Trump er óhugnaligt, og fær tað mangan at renna kalt niður eftir rygginum, tí hetta minnir ræðandi nógv um tað hjá einaræðisharrum, sum hava spreitt kríggj, hatur og hópoyðing, sigur tingkvinnan.

 

– Her í Tórshavn er ongin Women's march – tvørturímóti hevur býarstýrið sligið seg saman við Miðflokkinum og heitt á landsstýrið um at bjóða Trump og einum øðrum bølmenni hendavegin at fundast. Sigi sum Bob Dylan "The times they are a changing!", skriva Sonja Jógvansdóttir.