Hóast eg í gjár ikki gjørdist partur av tingmanningini hjá Tjóðveldi, eri eg framvegis fegin um, at eg gjørdist limur í flokkinum, og tað ætli eg mær framhaldandi at vera. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir í morgun. Herfyri meldaði hon seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, men kortini hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldi gjørt av, at hon sleppur ikki vera limur í tingbólkinum.
Les eisini: Eitt vónbrot at Sonja Jógvansdóttir ikki slapp upp í Tjóðveldi
Men Sonja Jógvansdóttir sigur í morgun, at hon heldur fram í Tjóðveldi við góðum treysti. Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur tikið væl ímóti mær, og tað er hon sera takksom fyri, sigur hon.
– At tingmanningin ikki vilja lima meg í tingbólkin fái eg ikki gjørt nakað við. Tað eg hinvegin kann gera, er framhaldandi at virka fyri, at vit fáa einar Føroyar, har vit taka okkum av hvørjum øðrum við samábyrgd, sigur hon.
– Sum nýggj í Tjóðveldi so eri eg tilvitað um, at eg skal vísa mítt virði, og tað ætli eg so avgjørt at gera, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at hugsjónarliga sampakka hon og Tjóðveldið væl. Tjóðveldi hevur sínar røtur í fakfelagsrørsluni, og grundvirði floksins eru fult í samsvar við tey virði, hon sjálv stendur fyri og hevur arbeitt fyri.
Og hon heldur eisini, at tjóðarfrælsið er óloysiliga knýtt at persónligum frælsi. Tað merkir, at allir borgarar – sama hvør útbúgvingin er, starv, kyn, eyðkenni, frábregði, ella hvørjum slagi ein er av – fáa møguleika at smíða sær eydnuna góða í einum samfelag, sum bæði hevur ábyrgd av sær sjálvum og teimum, sum her búleikast.
Og hon leggur afturat, at hesa tíðina í Løgtinginum hevur hon havt serliga gott samstarv við leiðsluna í Tjóðveldi, Høgna Hoydal og Sirið Stenberg. Men eisini í Løgtinginum og í tingnevndunum hevur samstarvið við flokkin verið gott, sigur hon.