Sonja er Miss Popularity

Tað bleiv tann 17 ára gamla Sonja Davidsen, sum leygarkvøldið gjørdist Miss Popularity í kappingini Queen of Scandinavia. Hetta er ein tann størsta kappingin av sínum slagi í Danmark.

 

Hvørt ár skipa fólkini handan kappingina fyri sokallaðum upptøkuroyndum ymsastaðni í Danmark. Tá upptøkuroyndirnar eru lidnar, verða 20 gentur valdar til at luttaka í kappingini. Í ár slapp so 17 ára gamla Miðvágsgentan gjøgnum nálareygað.

 

Finalan í kappingin fór fram á First Hotel Copenhagen, har 20 kvinnur kappaðust um at vinna ein sokallaðan tittul. Umframt at Miss Popularity bleiv kosin, vórðu eisini vinnararnir innan Miss Talent, World Miss Universe, Miss Intercontinental, Miss Tourism Queen of the Year og Miss Tourism International funnir.

 

Í kappingini millum tær 20 kvinnurnar endaði føroyska vakurleikadrotningin í topp 10 umframt at nú kunna kalla eg Miss Popularity.

 

- Hetta hevur heilt avgjørt verið størsta upplivingin í mínum lívið, og eg havi lært eina rúgvu, sigur Sonja Davidsen við in.fo.

 

Kappingin er soleiðis, at genturnar, ið vinna fýra av omanfyrinevndu heitunum, sleppa út í heim at luttaka í øðrum vakurleikakappingum av ymsum slag. Hóast Sonja Davidsen við heitinum Miss Popularity ikki hevur tryggjað seg at sleppa út í heim, hevur hon góðar vónir um altjóða luttøku.

 

- Tað kann altíð henda, at eg skal út í verðina at umboða Danmark einaferð seinni í ár, tí hóast Miss Popularity og Miss Talent ikki vinna sær pláss í kappingum úti í heimi, so er ikki óvanligt at tær verða uppringdar seinni og bidnar um at vera við í kappingum so sum Miss Teen Face of Beauty. So hvør veit, sigur ein ovurfegin Sonja Davidsen.

 

Sjálv sigur hon seg hava fingið nógv burturúr við at luttaka í kappingini, og hon viðmælir føroyskum kvinnum at fara til casting, sum er ein upptøkuroynd, næsta ár.

 

- Eg vil avgjørt ráða føroyskum gentum at fara til casting, tí tú hevur einki at tapa. Tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri vakrar føroyskar gentur við í kappingini komandi árini, sigur Miss Popularity, Sonja Davidsen.

 

Til ber at lesa meira um kappingina her