Sonja Jógvansdóttir tók í sítt persónliga lív á tingsins røðarapalli, tá ið hon fyri løtu síðani tók orðið í samband við broytingina í hjúnabandslógini, sum er til 2. viðger í dag.
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokstingfólk, og ein av uppskotsstillarunum í dag, sigur, at hon hevur spurt unnustuna eftir 10 ár - Annlis Bjarkhamar - um hon vil giftast við sær, og tað hevur Annlist játta.
- Men fyrst má eg spyrja tingfólk um loyvi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Í sama viðfangi greiddi Sonja Jógvansdóttir frá, at 15. desember 2005 er ein varði í føroyskari søgu, og at tey flestu samkyndu vita hvar tey vóru hendan dagin - tá ið §266b varð samtykt á Føroya Løgtingi.
- Tann dagin sat eg saman við Annlis við bivandi hjarta og fylgdi við í viðgerðini. Í dag er sofan skift út við tingsins røðarapalli, men kenslan er hin sama, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at fyri samkynd er hesin dagurin sera umráðandi, tí hann kann - eins og dagurin í desember 2005 - geva samkyndum rættindi, sum leingi hava verið ynskt.










